Robert McBirnie

Robert McBirnie í februar 2012 til steypafinaluna í hondbólti hjá kvinnum millum VB og Stjørnuna.

Robert McBirnie (føddur 1. november 1943 í Sørvági) er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari, tónasmiður, guitarleikari og undirhaldari. Hann er útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari í Vági og í Havn. Robert hevur verið sera virkin innan føroyska tónleikalívið, bæði við tónleikabólkum sum Faroe Boys og øðrum bólkum og sum einstaklingur. Robert er føddur í Sørvági og búði har tey fyrstu árini av lívi sínum, til hann og mamman fluttu suður til Vágs at búgva. Pápi hansara var bretskur hermaður í Føroyum undir seinna Heimsbardaga. Robert hevði lítið og onki samband við pápa sín í barnaárunum, hevur hann greitt frá í føroyskari sjónvarpssending um hann, tí pápin flutti aftur til Onglands, og Robert dugdi ikki enskt. Tá hann gjørdist vaksin, eydnaðist tað honum tó at fáa samband við familjuna hjá pápanum, og hevur hann møtt teimum fleiri ferðir síðan. Mamma Robert giftist seinni við einum manni, sum nevndist Edmund og búði suðuri í Vági, tey bæði fluttu so suður til Vágs at búgva, og Edmund gjørdist so fosturfaðir Robert. Robert giftist seinni Armgarð (fødd Hjelm) úr Vági og saman eiga tey trý børn: Jón, Robert og Súsanna.


Developed by StudentB